Samandráttur.
Línuskip: Ísfiskalínuskipið er morðanfyri og kemur helst at landa síðst í vikuni. Tað fiskar mest hýsu og tosk. Átta frystilínuskip fiska við Føroyar. Fleiri hava eisini verði á Føroya Banka. Okkurt kemur at landa í vikuni.
Útróður: Streymurin verður góður alla vikuna, men veðri er meira ivasamt. Kanska síðst í vikuni verður onkur útróður.
Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum. Vantandi landar annar í vikuni. Hinir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Fleiri landa í vikuni. Okkurt parið fer út um vikuskiftið.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju
Garnaskip: Trý fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er smáligt.
Heinta veðri frá veður.fo her, frá Windy her, frá Berlingur her.
Heinta alla metingina her.
