Samandráttur.
Línuskip: Eitt ísfiskalínuskip er norðanfyri og fiskar mest hýsu og so nakað av toski. Landar miðskeiðis ella síðst í vikuni. Eitt frystilínuskip er á Íslandsrygginum, eitt er á Flemish Kap og fýra eru við Føroyar. Skipið á Íslandsrygginum fær mest tosk og so nakað av svartkalva. Skipið á Flemish Kap fær mest av toski, meðan skipini við Føroyar er ein blandingur av toski, hýsa, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin verður brúkiligur tað mesta av vikuni. Veðri verður vánaligt fyrst í vikuni, men betri seinni í vikuni. So tað verður nakað av útróðri síåst í vikuni. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Ein er í Íslandsrygginum og fiskar tosk. Landar fyrst í vikuni. Ein er akkurát byrja nýggjan túr, so tað er ivasamt um hann landar í vikuni. Ein frystitrolari er eisini úti.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma at landa gjøgnum vikuna. Fiskaríið er smáligt.
Trolbátar: Tríggir eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu. Eisini fáa teir nakað av flatfiski. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta veðri frá Veður.fo her, windy her og Belgingur her
Heinta alla metingina her
