Samandráttur.
Línuskip. Fýra frystilínuskip eru til fiskarí, allir við Føroyar, men onkur hevur tó eisini verði á Flemish Kap.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar seinni í vikuni. Veðri verður gott fyri tað mesta. Vit vantað tó lítið av útróði, tí at tær flestu landingarmiðstøðirnar hava stongt og eisini fleiri keyparir eru farnir í feriu.
Djúpvatnstrolarar. Ein er á Íslandsrygginum og fiskar mest tosk og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. Landar møguliga síðst í vikuni. Ein fiskar svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Hann landa eisini í vikuni.
Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí. Tey landað vantandi í vikuni. Eitt par fiskar gulllaks.
Trolbátar: Ein er á landleiðini og fiskar mest flatfisk og so nakað av toski. Ein er norðanfyri og fiskar mest hýsu og tosk. Báðir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir landa helst í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
