Meting fyri viku 6, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og kemur at landa fyrst í vikuni. Hann fær mest av hýsu og so toski.  Nýggju frystilínuskip er við Føroyar. Skipini fiska mest av toski og hýsu og so nakað av brosmu og longu. Brúkiligt fiskarí. Onkur kemur at landa í vikuni. Tvey eru við Ísland.

Útróður: Streymurin verður harður fyrst í vikuni, men batnar síðst í vikuni. Veðri verður  hampuligt, men við so hørðum streymi, so er ikki vantandi at tað verður nógvur útróður. Fiskaríið er annars gott.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Helst fer onkur annar út í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Tey flestu koma at landa í vikuni. Fiskaríið er heldur slakari nú.

Trolbátar: Bara ein er til fiskarí. Hann fiskar tosk og hýsu norðanfyri. Kemur at landa síðst í vikuni. Vantandi fer onkur trolbátur avstað í vikuni.

Garnaskip:  Tríggir fiska svartkalva. Fiskaríið er misjavnt. Báðir landa í vikuni.  

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her