Meting fyri viku 21, 2025

Samandráttur.

Línuskip. Ísfiskalínuskipið fiskar eyst-norðanfyri og kemur at landa í vikuni. Eitt frystilínuskip siglur heim av Flemish Kap og trý eru ávegis á Flemish Kap og fimm eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er hampuligur, men harðnar seinni í vikuni. Veðri verður gott, so tí vantað vit nakað av fiski frá útróðrabátunum. Smáligt fiskarí

Djúpvatnstrolarar. Tríggir eru í bretskum sjógvi og fiska svartkalva. Ein frystitrolari fiskar svartkalva við Føroyar.

Partrolarar: Trý pør eru til  fiskarí. Fiskaríið er brúkiligt. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Tríggir trolbátar eru úti og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Teir koma at landa fyrst í vikuni.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni. Eitt fiskar havtasku

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her