Samandráttur.
Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við kaj, men fer út tá veðri batnar. Sjey frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. Vantandi landar okkurt frystilínuskip í vikuni
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður vánaligt so at siga alla vikuna, so vit vantað lítið av útróðri.
Djúpvatnstrolarar. Tríggir eru eystanfyri og fiska svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Vantandi landa tveir síðst í vikuni, meðan tann triðji neyvan landar í vikuni. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar á Føroya Banka og kemur vantandi at landa miðskeiðis í vikuni. Hann fær mest tosk og upsa.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí. Tey flestu koma at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Fáa tó nakað av hvítfiski.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju og bíða eftir betri veðri.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
