Samandráttur.
Línuskip: Ísfiskalínuskipið er nýliga byrjaður túr norðanfyri. Hann fiskar mest tosk og hýsu og kemur at landa síðst í vikuni. Átta frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. Tvey koma at landað í vikuni.
Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Verðri verður brúkiligt, so tí vanta vit nakað av útróðri. Fiskaríið er brúkiligt.
Djúpvatnstrolarar. Tveir eru eystanfyri og fiska upsa og djúpvatnsfisk. Annar kemur at landa fyrst í vikuni, meðan hin neyvan landar í vikuni. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar og kemur vantandi at landa miðskeiðis í vikuni. Hann fær mest tosk og upsa.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Tey flestu koma at landa í vikuni. Smáligt fiskarí.
Trolbátar: Tveir eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Báðir landa í vikuni. Vantandi fer onkur av hinum trolbátunum út í næstum.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Bæði landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
