Meting fyri viku 43, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí og kemur tað at landa mánadagin. Tað hevur mest av blálongu, tosk og svartkalva. Vit rokna við at okkurt línuskip fer avstað í næstum. Trý frystilínuskip eru við Ísland, tvey eru á Føroya Banka og fimm eru á ytru leið undir Føroyum.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur og veðurforsøgnin er ikki so góð, so tí er ikki vantandi at so nógv av útróðri verður. Bátarnir fá mest av hýsu og so nakað av toski. Brúkiligt fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu  og kemur at landa fyrst í vikuni. Tveir liggja við bryggju

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Smáligt fiskarí. Tvey pør liggja við bryggju, men fara vantandi avstað í næstum.

Trolbátar: Tríggir eru norðanfyri og fiska mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski. Tveir koma at landa fyrst í vikuni, meðan tann triðji landar seinni í vikuni. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur avstað skjótt

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her