Samandráttur.
Línuskip: Undir Føroyum eru seks línuskip. Teir fiska mest av toski og longu og so nakað av hýsu og brosmu. Fleiri landa fyrst í vikuni og so helst nøkur seinni í vikuni. Fiskaríið er gott. Við Ísland eru trý línuskip. Tvey av teimum eru akkurát byrjaði túr og tí koma tey neyvan at landað hesa vikuna. Tað triðja kemur helst at landað síðst í vikuni. Eitt er við Eysturgrønland og kemur at landað mánadagin. Tað hevur mest tosk. Tvey frystilínuskip eru við Ísland og eitt er við Eysturgrønland..
Útróður: Streymurin er brukiligur og batnar sum vikan líður. Veðri verður eisini gott, so vit vanta nakað av útróðri. Fiskaríið er gott. Nógv mest toskur og hýsa og so eitt sindur av hvítingi.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí. Ein landar í vikuni,men hinir landað neyvan í vikuni,tí hann eru nýligaði byrjaðir túr.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma tey at landa sum vikan líður. Smáligt fiskarí. Trý pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Trolbátarnir eru á landleiðini og fiska tosk og flatfisk. Ein landar mánadagin og hinir síðst í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta alla metingina her