Meting um tilfeingið fyri viku 11, 2018

Samandráttur.

Línuskip: Vit væntað eitt línuskip undan Íslandi í vikuni. Tað kemur at landað mikudagin, mest toskur. Annrs so eru fimm onnur ísfiskalínuskip og fýra frystilínuskip við Ísland. Vit rokna ikki við at nakað verður landa hesa vikuna. Undir Føroyum eru bert tvey línuskip til fiskarí. Tey landað møguliga síðst í vikuni.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar nakað út á vikuna. Tað verður nakað av vindi í vikuni, men tað verður fyri tað mesta lágætt, so møguliga verður nakað av útróðri norðanfyri.

Djúpvatnstrolarar: Tríggir eru til fiskarí, ein ger royndir eftir toski og hýsu, meðan hinir báðir fiska upsa.Vit væntað at allir landað miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma at landa sum vikan líður. Fiskiskapurin er ikki góður. Eitt par er vestanfyri og fiskar kongafisk.

Trolbátar: Bara ein er til fiskarí. Hann er vestanfyri og fiskar havtasku og landar helst síðst í vikuni. Vantandi ffer onkur trolbátur út í vikuni.

Garnaskip: Vit væntað at allir tríggir, sum fiska svartkalva, koma at landað í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt eftir svartkalva. Ein fiskar havtasku.

Heinta alla metingina her