Meting fyri viku 14, 2023

Samandráttur.

Línuskip. Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men møguliga fer okkurt út fyri páskir Átta frystilínuskip eru til fiskarí.Fimm fiska í føroyskum sjógvi, eitt í íslendskum og tvey í grønlendskum sjógvi. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan líður. Veðri verður hampuligt tað mesta av vikuni, men av tí at páskirnar stunda til, so verður tað vantandi ikki so nógvur útróður.   Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu. Hann vantast fyrst í vikuni. Ein frystitrolari fiskar eisini svartkalva og so er ein á beding.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma tey flestu pørini at landa fyri páskir. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga  longu og so nakað av toski, hýsu og hvítingi. Fiskaríið er smáligt.

Trolbátar: Bara  tveir eru úti, men helst fara allir út leygarkvøldið, tá I-kassin opnar. Vit rokna við at allir koma at landa í vikuni. Teir fáa vanligvís mest av toski í I-kassanum og so nakað av hýsu og flatfiski.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er ójavnt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá DMI her ella Veður,fo her

Heinta alla metingina her