Samandráttur.
Línuskip. Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Annað fiskar mest tosk oh hýsu, meðan hitt fiskar mest longu. Helst landa bæði síðst í vikuni. Møguliga fer okkurt línuskip avstað í næstum. Fýra frystilínuskip eru við Ísland og undir Føroyum.
Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur og veðri verður eisini nakað umskiftandi, so vit rokna ikki við so nógvum útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar svartkalva, meðan hin liggur við bryggju. Vit rokna við at hann landar síðst í vikuni.
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Fiskaríð er misjavnt, okkurt brúkiligt hál inn ímillum. Tey landa sum vikan gongur.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Eisini teir hava brúkiligt fiskarí. Vantandi koma øll at landa í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her