Samandráttur.
Línuskip. Trý koma at landa mánadagin. Tey hava eina blanding av toski, longu, hýsu og so nakað av brosmu og svartkalva. Eitt er á Íslandsrygginum og kemur tað at landað seinni í vikuni. Restin av ísfiskalínuskipunum liggja við bryggju. Tvey frystilínuskip eru við Ísland og fimm eru við Føroyar
Útróður: Streymurin verður harður, men veðri verður gott, so vit roknað við nakað av útróðri.Fiskaríið er vánaligt. Teir fiska mest av hýsu.
Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar makrel, meðan hin liggur við bryggju.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið kundi verði betri.
Trolbátar: Fimm eru til fiskarí. Ein er á landleiðini, meðan hinir eru norðanfyri. Tveir landa mánadagin, meðan hinir landa seinni í vikuni. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt og koma bæði at landa síðst í vikuni. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landa tey miðskeiðis í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her