Samandráttur.
Línuskip: Tey flestu línuskipini eru til fiskarí, men tey flestu eru nýliga byrjaði túr. Vit vantað tó at fleiri koma inn í vikuni, tí at streymurin verður sera harður síðst í vikuni. Skipini fiska mest av toski, hýsu og longu og so nakað av brosmu og skøtu.
Útróður: Streymurin blívur sera harður síðst í vikuni, men veðri verður brúkiligt, so tí vantað vit nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Tveir landa mánadagin, annar hevur mest av toski, hýsu og upsa og so hevur hin fiska djúpvatnsfisk (stinglaks). Vantandi fer onkur avstað um vikuskifti.
Partrolarar: Næstan allir eru til fiskarí og koma teir flestu at landað sum vikan líður. Fiskaríið er ikki av tí besta eftir upsa. Teir fáa tó nakað av toski og longu.
Trolbátar: Tríggir eru til fiskarí. Ein fiskar havtasku, meðan hinir báðir fiska tosk og hýsu. Allir landað í vikuni. Helst fer onkur út um vikuskftið.
Garnaskip: Bara eitt garnaskip fiskar svartkalva og eitt fiskar havtasku. Bæði koma at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta alla metingina her