Meting fyri viku 45, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað í vikuskiftinum. Tveir eru á Flemish Kap, ein er við Eysturgrønland, sjey fiska við Føroyar. Skipini á Flemish Kap og við Eysturgrønland fiska tosk, meðan tey við Føroyar fiska ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Onkur hevur eisini verði á Føroya Banka.

Útróður: Streymurin er hampuligur og veðri verður eisini brúkiligt, so vit rokna við nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum. Báðir landa í vikuni. Ein fiskar á djúpum vatni og fiskar svartkalva, blálongu og annan djúpvatnsfisk.

Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Fiskaríið er smáligt.

Trolbátar: Ein er eystanfyri og fiskar havtasku, upsa og longu. Landar síðst í vikuni.

Garnaskip: Trý fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta veðri frá veður.fo her, frá Windy her, frá Berlingur her.

Heinta alla metingina her.