Meting fyri viku 25, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Landar fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Ein ísfiskabátur landar mánadagin, fiska við Ísland. Eitt frystilínuskip er við Ísland, trý eru á Flemish Kap og tvey eru ávegis til Flemish Kap. Tvey eru við Føroyar.

Útróður: Streymurin verður harður tað mesta av vikuni. Veðri verður hampuligt, so vit vanta nakað av útróðið.

Djúpvatnstrolarar. Ein fer á Íslandsryggin og landar vantandi fyrst í aðru viku. Tveir fiska svartkalva. Báðir landa í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Tey flestu landa í vikuni. Eitt par fiskar gulllaks.

Trolbátar: Tveir eru á landleiðini og fiska mest flatfisk og tosk. Ein er á Íslandsrygginum. Allir landa í vikuni. Hinir fara helst út í vikuskiftinum

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt.  Allir landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her