Samandráttur.
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við Eysturgrønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Fimm liggja við bryggju.
Útróður: Streymurin er góður og veðri verður eisini gott fyri tað mesta, so vit vantað nakað av útróðrafiski. Møguliga fer onkur út á Føroya Banka.
Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva og tveir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar og fær mest av hýsu og toski. Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Báðir fiska svartkalva.
Partrolarar: Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verði brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni. Vantandi fer okkurt parið avstað í næstum
Trolbátar: Tveir eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Tríggir eru á landleiðini. Teir fiska mest flatfisk og tosk. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Smáligt fiskarí. Øll landa vantandi í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her