Meting fyri viku 42, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi út um vikuskiftið. Tað fiskar mest av hýsu og so eitt sindur av toski. Landar vantandi síðst í vikuni. Átta frystilínuskip eru við Føroyar. Tey fiska eina blanding av hýsu, toski og so nakað av longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Eysturgrønland og fiskar svartkalva.

Útróður: Streymurin er harður fyrst í vikuni, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður vánaligt, so vit vanta ikki tað stóra av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Nakað verður eisini av kongafiski og blálongu. Vantandi landa báðir fyrst í vikuni. Smáligt fiskarí. Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Tveir frystitrolarir eru eisini úti.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma at landa gjøgnum vikuna. Smáligt fiskarí.

Trolbátar: Ein er norðanfyri og fiskar hýsu og tosk og so nakað av flatfiski. Landar miðskeiðis í vikuni. Hinair liggja við bryggju.

Garnaskip: Trý fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta veðri frá veður.fo her, frá Windy her, frá Berlingur her.

Heinta allametingina her.