Meting fyri viku 30, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju.  Fýra frystilínuskip eru við Føroyar og eitt er við Grønland. Trý liggja við bryggju. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  Fimm liggja við bryggju.

Útróður: Streymurin verður harður. men veðri verður gott fyri tað mesta, so vit vanta nógvan útróður. Nakrir fara helst út á Føroya Banka

Djúpvatnstrolarar: Tríggir ísfiskatrolarir fiska svartkalva við Føroyarog ein frystitrolari er í bretskum sjógvi og fiskar eisini svartkalva. Smáligt fiskarí eftir svartkalva.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verði brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni.

Trolbátar: Ein er norðanfyri og fiskar mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Ein er á landleiðini. Hann fiskar mest flatfisk og tosk. Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Smáligt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her