Metingin fyri viku 31, 2020

Línuskip: Eitt er á Íslandsrygginum og fiskar mest tosk og svartkalvi. Tað landar mánadagin.

Útróður: Bæði streymurin og veðri verður rímuliga gott, men av tí at Ólavsøkan er í vikuni, so rokna vit ikki við nakað nógvum útróðri. Fiskaríið er heldur lakari nú.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á Íslandsrygginum og landar møguliga síðst í vikuni. Vantandi landar eisini ein norskur trolari svartkalva síðst í vikuni.

Partrolarar: Tvey pør fiska upsa og er fiskaríið brúkiligt. Trý pør fiska gulllaks. Skipini landa sum vikan líður.

Trolbátar: Ein er á Íslandsrygginum og landar mánadagin, tríggir eru norðanfyri, onkur av teimum landar eisini mánadagin. Landleiðin letur upp aftur síðst í vikuni.

Garnaskip: Bara eitt garnaskip er til fiskarí og fiskar tað svartkalva. Fiskiskapurin er brúkiligur. Tað landar mánadagin.