Meting vika 51, 2020

Línuskip: Fýra ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tvey er á Íslandsrygginum og tvey á landgrunninum. Vantandi landar eitt mánadagin og hini seinni í vikuni. Fiskaríð kundi verði betri. Sjey frystilínuskip eru til fiskarí, eitt við Ísland og  seks undir Føroyum.

Útróður: Streymurin verður eitt sindur harður og veðri verður óstøðugt, so vit rokna ikki við so nógvum útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru vestanfyri eftir kongafiski. Teir landa helst síðst í vikuni.

Partrolarar: Sjey pør eru til fiskarí, men fiskaríið er onki at reypa av. Teir landa sum vikan gongur.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, møguliga fer onkur avstað í næstum.

Garnaskip: Eitt fiskar svartkalva og kemur at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.