Línuskip: Tvey línuskip eru á rygginum, annað landar fyrst í vikuni, meðan hitt landar síðst í vikuni. Tað er mest svartkalvi og toskur skipini fáa. So er bert eitt annað línuskip til fiskarí. Tað fiskar longu og brosmu og landar helst síðst í vikuni. Restin liggur við bryggju, men vónandi fara nøkur út í næstum.
Útróður: Streymurin er harður, men blívur betri seinni í vikuni. Veðri verður hampuligt, so vónandi verður nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska upsa, men eru nýliga byrjaðir túr, so tað er ivasamt um teir koma inn í vikuni. Tveir frystitrolarir fiska svartkalva.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru úti og fiska upsa. Fiskiskapurin er brúkiligur. Møguliga landað tvey pør mánadagin og so nøkur seinni í vikuni. Trý pør liggja við bryggju. Tað er lítið av hjáveiðu hjá partrolarunum.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fara nakrir út um vikuskiftið og koma so vantandi at landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku.
Garnaskip: Tríggir fiska svartkalva. Tveir landa mánadagin og tann triðji síðst í vikuni. Fiskiskapurin er brúkiligur.
Heinta alla metingina HER