Meting um tilfeinginum fyri viku 37, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Tey flestu línuskipini eru til fiskarí undir Føroyum. Tey fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Vit rokna við at trý koma at landa mánadagin og so verða nøkur seinni í vikuni. Okkurt av línuskipunum er akkurát byrjað túr, so tað er ivasamt um tey koma inn í vikuni. Okkurt línuskip fer avstað í næstum. Eitt frystilínuskip fiskar við Grønland og eitt er undir Føroyum.

Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðri verður eisini hampuligt, so vit vantað nakað av útróðri. Bátarnir fiska so at siga bara tosk og hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Bara tveir eru til fiskarí. Ein fiskar á Føroya Banka og kemur at landað í vikuni. Hin er akkurát byrjaður túr og kemur tí neyvan at landa í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er fyri tað mesta smáligt.

Trolbátar: Fýra eru á landleiðin og fiska tosk og flatfisk og so er ein norðanfyri og fiskar tosk og hýsu og so eitt sindur av flatfiski. Trolarirnir á landleiðin landa allir mánadagin, tí nú er trolingin á landleiðini liðug fyri í ár. Hin trolarin landar síðst í vikuni. Helst fer onkur avstað um vikuskiftið

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Allir ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna.

Heinta alla metingina her