Meting um tilfeingið fyri viku 9, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Trý línuskip eru nýliga byrjaði túr, so tað er ivasamt um nakar landar ídag. Nú fer streymurin at blíva betri og veðri sær heldur betri út fyri framman, so vit vantað at fleiri línuskip fara avstað í næstum. Skipini fiska mest av toski, hýsu og longu.

Útróður: Streymurin batnar sum vikan líður og veðri verður eisini hampuligt onkran dag, so vit vantað nakað av útróðrafiski.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru nýliga byrjaðir túr. Teir fiska upsa. Restin liggur við bryggju.

Partrolarar: Allir eru til fiskarí og koma teir flestu at landað sum vikan líður. Fiskaríið er heldur fragari eftir upsa. Eisini fáa teir nakað av toski og longu.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju (fríggjadag 22/02). Fara út tá veðri batnar.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er smáligt hjá skipunum. Allir landað helst síðst í vikuni.

Heinta alla metingina her