Samandráttur.
Línuskip: Seks línuskip eru undir Føroyum. Øll hava gott fiskarí. Tey fáa tosk og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Trý landað mánadagin og hini seinni í vikuni. Eitt frystilínuskip er undir Føroyum og fýra eru á Flemish Kap. Tey hava eisini gott fiskarí. Nøkur línuskip liggja við bryggju, men fara avstað tá veðri blívur betri. Annars so verður streymurin sera harður í vikuni.
Útróður: Streymurin verður sera harður og veðri verður heldur umskiftandi, so tí vantað vit ikki nógv av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Tveir koma at landa í vikuni. Teir fiska upsa og so fáa teir eisini nakað av toski og longu. Smáligt fiskarí. Restin liggur við bryggju.
Partrolarar: Tað koma helst bara tvey pør at landa í vikuni. Hini pørini eru antin nýliga byrjaði túr ella gera klárt til nýggjan túr. Smáligt fiskarí.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju (fríggjadag 15/02). Fara út tá veðri batnar.
Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er smáligt hjá skipunum. Allir landað helst síðst í vikuni. Eitt garnaskip leggur um til línu.
Heinta alla metingina her