Meting um tilfeingið fyri viku 7, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Bara fýra línuskip eru til fiskarí og koma tey helst øll at landa í vikuni. Tey hava gott fiskarí og nógv mest av toski og hýsu. Restin liggur við bryggju, men fara útaftur tá veðri batnar. Eitt frystilínuskip er undir Føroyum og fýra eru á Flemish Kap. Tey hava eisini gott fiskarí.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður einki serligt, so vit vantað ikki nógvan útróður. Fiskaríið er gott hjá útróðrabátunum sum royna við línu, men eisini hjá snellubátunum er brúkiligt fiskarí. Teir sum rógva út við línu, fáa ein blanding av toski og hýsu, meðan snellubátarnir stórtsæð bara hava tosk.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru nýliga byrjaðir túr, so tað er ivasamt um teir koma inn í vikuni. Teir fiska upsa og so fáa teir eisini nakað av toski og longu.

Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí, men fiskaríið er smáligt. Tey fáa tó nakað av toski og longu. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Bara tveir eru til fiskarí og báðir fiska teir havtasku. Teir koma báðir inn ídag (fríggjadag) vegna vánaligt veður og koma sostatt at landa mánadagin. Trolbátarnir fara út tá veðri fer at batna.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er smáligt hjá skipunum. Allir landað helst síðst í vikuni. Eitt garnaskip leggur um til línu.

Heinta alla metingina her