Samandráttur.
Línuskip: Bara tvey ísfiskalínuskip eru til fiskarí og eru tey akkurát byrjaði, so tí er ivasamt um teir landað í vikuni. Vit rokna við at fleiri línuskip fara út í næstum. Fýra frystilínuskip eru á Flemsh Kap og eitt er undir Føroyum.
Útróður: Streymurin batnar sum vikan gongur. So um veðri verður hampuligt, so verður nakað av útróðri. Bátarnir hava gott fiskarí.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann landar vantandi vantandi miðskeiðis í vikuni. Onkur fer avstað í næstum.
Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí, men fiskaríið er vánaligt. Tey fáa tó nakað av toski og longu. Tey landa sum vikan líður.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara avstað tá veðri batnar.Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er misjavnt hjá skipunum. Allir landað seint í vikuni. Eitt garnaskip leggur um til línu.
Heinta alla metingina her