Samandráttur:
Línuskip: Vit væntað at fleiri línuskip koma at landa í vikuni. Tað verður ein blandingur av toski, longu, brosmu og hýsu. Skipini royna bæði á rygginum, á djúpum vatni og inni á grunninum. Okkurt línuskip er nýliga byrjaðir túr og koma tí helst at landa síðst í vikuni. Líniskipini á Flemish Kap eru byrjaði aftur eftir at hava inni og landað.
Útróður: Streymurin er góður, men harðnar út á vikuna. Veðri verður ikki gott fyrst í vikuni, men heldur betri seinni í vikuni, so vit vantað at bátarnir fara at gera nakrar túrar. Fiskaríið er brúkiligt.
Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska upsa og koma helst at landað fyrst í vikuni. Restin liggja við bryggju, men væntandi fer onkur út í næstum. Frystitrolarirnir fiska tosk og blálongu.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma at landa sum vikan líður.
Trolbátar: Fýra trolbátar eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Vit væntað at teir koma at landað fyrst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Ein fiskar havtasku vestanfyri og kemur væntandi at landa mitt í vikuni.
Garnaskip: Vit vantað at eitt landar fyrst í vikuni og so hini bæði síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt eftir svartkalva.
Heinta alla metingina her