Meting um tilfeingið fyri viku 45, 2018

Samandráttur.

Línuskip: Seks ísfiskalínuskip eru undir Føroyum. Tey fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Fiskaríið er gott. Vit vantað at tvey landa mánadagin og so hini seinni í vikuni. Vit roknað við at okkurt av línuskipunum, sum liggja við bryggju, fara avstað í næstum. Øll frystilínuskipini fiska undir Føroyum.

Útróður: Streymurin er brúkiligur og veðri verður eisini hampuligt, so tí vantað vit nakað av útróðri. Bátarnir hava gott fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Tríggir eru til fiskarí. Vit rokna við at allir landa í vikuni.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí, men vantandi fara nøkur pør út nú veðri batnar. Vit vantað at eini 3-4 pør landa í vikuni. Fiskaríið er tíverri ikki gott.

Trolbátar: Fimm eru norðanfri og fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Vit roknað við at øll landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey landa mánadagin, meðan trý landað seinni í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heintað alla metingina her