Meting um tilfeingið fyri viku 42, 2018

Samandráttur.

Línuskip: Øll liggja við bryggju, men fara út tá veðri verður tilvildar. Av frystilínuskipunum eru tvey undir Føroyum og eitt er við Grønland.

Útróður: Streymurin batnar út á vikuna og veðri verður brúkilgt til tíðir, so tí vantað vit nakað av útróðri. Bátarnir hava gott fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Eingin er á ísfiskaveiðu.

Partrolarar: Sjey pør eru úti. Landað sum vikan líður. Smáligt fiskarí.

Trolbátar: Ein er norðanfyri og kemur at landað mánadagin. Hann fiskar mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Helst fara hinir trolbátarnir út, tá veðri batnar.

Garnaskip: Eitt landar mánadagin, meðan trý landað seinni í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta alla metingina her