Meting um tilfeingið fyri viku 40, 2018

Línuskip: Bara tvey ísfiskalínuskip er til fiskarí. Eitt er við Ísland og hitt er undir Føroyum. Helst koma bæði at landað síðst í vikuni. Tað verður ein mest av toski og longu. Restin liggur við bryggju, men helst fara fleiri avstað tá veðri er til vildar. Frystilínuskipini eru øll úti, trý við Eysturgrønlandi og tvey undir Føroyum.

Útróður: Streymurin verður hampuligur, men veðri verður ikki gott, so tí vantað vit nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar: Eingin er á ísfiskaveiðu.

Partrolarar: Tey flestu pørini fiska upsa og so nakað av hvítum fiski. Okkurt gott hálið er inn ímillum. Tvey pør fiska makrel. Skipini landað sum vikan líður.

Trolbátar: Tvey eru til fiskarí. Bæði fiska tosk og hýsu.

Garnaskip: Vit væntað at trý, kanska øll fýra garnaskipini, sum fiska svartkalva, landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta alla metingina her