Meting um tilfeingið fyri viku 4, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Sjey línuskip eru til fiskarí. Allir fiska tosk og hýsu og so eitt sindur av longu og brosmu. Fiskaríið er gott. Skipini landað sum vikan líður. Fýra frystilínuskip eru á Flemsh Kap og eitt er undir Føroyum.

Útróður: Streymurin verður harður alla vikuna og veðri verður óstøðugt, so vit rokna ikki við nógvum útróðri. Bátarnir hava gott fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí. Teir fiska upsa og landað vantandi miðskeiðis í vikuni. Onkur fer avstað í næstum.

Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí, men fiskaríið er smáligt. Eitt par hevur verði á rygginum, meðan restin fiskar upsa. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Fýra fiska havtasku og ein fiskar tosk og hýsu. Vit rokna við at teir landa miðskeiðis í vikuni.

Garnaskip: Allir fýra fiska svartkalva. Fiskaríið er misjavnt hjá skipunum. Allir landað í vikuni.

Heinta alla metingina her