Meting um tilfeingið fyri viku 4, 2018

Samandráttur:
Línuskip: Vit væntað at fleiri línuskip koma at landa í vikuni. Tað verður ein blandingur av toski, longu, brosmu og hýsu. Skipini royna bæði á rygginum, á djúpum vatni og inni á grunninum. Okkurt línuskip er nýliga byrjaðir túr og koma tí neyvan at landa í vikuni. Líniskipini á Flemish Kap hava verði inni og landað. Fiskurin verður við byngjum sendur til Føroya. Fiskiskapurin hevur verði sera góður.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður ikki gott fyrst í vikuni, men betri seinni í vikuni, so vit vantað at bátarnir fara at gera nakrar túrar hóast alt. Fiskaríið er brúkiligt.

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska upsa og ein fiskar blálongu. Allir eru nýliga byrjaðir túr og koma tí helst at landað síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Frystitrolarirnir fiska tosk og blálongu.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma at landa sum vikan líður. Fiskaríið er sum heild á einari leið.

Trolbátar: Fimm trolbátar eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Vit væntað at teir koma at landað fyrst í vikuni. Fiskaríið er gott. Ein fer út um vikuskiftið og kemur tí helst at landað seinni í vikuni.

Garnaskip: Vit vantað at ein landar fyrst í vikuni og so hinir báðir síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt eftir svartkalva.

Heinta alla metingina her