Meting um tilfeingið fyri viku 39, 2018

Línuskip: Tríggir fiska mest av longu og brosmu og so eru tað tveir sum fiska mest av toski og hýsu. Vit roknað við at fýra landað hesa vikuna, meðan tað fimta landar helst fyrst í aðru viku. Eitt línuskip er nýliga byrjað at fiska undir Íslandi og kemur tí ikki at landað í vikuni. Trý frystilínuskip eru við Grønland og tvey eru undir Føroyum.

Útróður: Streymurin harðnar og veðri verður eisini umskiftandi, so vit rokna ikki við nógvum útróðri. Fiskaríið er gott.

Djúpvatnstrolarar: Eingin er á ísfiskaveiðu.

Partrolarar: Tey flestu pørini fiska upsa og so nakað av hvítum fiski. Okkurt gott hálið er inn ímillum. Tvey pør fiska makrel. Skipini landað sum vikan líður.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju.

Garnaskip: Vit væntað at øll fýra garnaskipini, sum fiska svartkalva, landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta alla metingina her