Meting um tilfeingið fyri viku 38, 2018

Línuskip: Tvey fiska á rygginum og fiska tosk, svartkalva og nakað av blálongu. Tey landað møguliga síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. So eru tvey á djúpum vatni og fiska mest longu og brosmu. Annað landar mánadagin, meðan hitt neyvan landar í vikuni. Trý frystilínuskip eru undir Grønlandi og fiska mest av toski og so nakað av brosmu og so er eitt undir Føroyum og fiskar. Vit rokna við at okkurt línuskip fer út um vikuskiftið.

Útróður: Streymurin batnar, men veðri verður nakað umskiftandi, so vit rokna ikki við tí nógva av útróðri. Tað er mest snellufiskur, men nakað er eisini frá línubátunum.

Djúpvatnstrolarar: Bara teir sum frysta fiskin umborð, eru til fiskarí, men helst fer onkur avstað skjótt.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er smáligt. Pørini landað sum vikan líður. Trý pør fiska makrel.

Trolbátar: Fimm eru til fiskrí. Allir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Tríggir landa mánadagin, meðan hinir landa seinni í vikuni. Helst fer onkur avstað í næstum. Tveir eru farnir á skipasmiðju.

Garnaskip: Vit væntað at øll fýra garnaskipini, sum fiska svartkalva, landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta alla metingina her