Meting um tilfeingið fyri viku 34, 2018

Samandráttur.

Línuskip: Trý fiska tosk, svartkalva og blálongu og koma tey at landa sum vikan líður. Eitt línuskip fer avstað ídag, meðan restin liggur við bryggju, men vónandi fara fleiri avstað í næstum. Av frystilínuskipunum er bara tað eina til fiskarí.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini gott, so helst verður nakað av útróðri. Tað er mest snellufiskur.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru á rygginum og koma at landa miðskeiðis í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva og kongafisk undir Føroyum. Restin liggur við bryggju, men onkur fer úr í næstum.

Partrolarar: Bara trý pør eru til fiskarí. Eitt par hevur verði á rygginum og kemur at landað mánadagin og so fiska tvey pør upsa. Annað parið landar møguliga síðst í vikuni, meðan hitt parið neyvan landar í vikuni.

Trolbátar: Tríggir eru norðanfyri og fiska mest tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Allir landað helst fyrst í vikuni. Hinir liggja við bryggju og fara helst avstað eftir Sjómannadagin.

Garnaskip: Vit væntað at øll trý garnaskipini, sum fiska svartkalva, landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Eitt hevur lagt og er farin at pussað upp.

Heinta alla metingina her