Meting um tilfeingið fyri viku 30, 2018

Samandráttur.

Línuskip: Fimm línuskip eru til fiskarí. Trý fiska tosk, svartkalva og blálongu. Tvey eru eystanfyri og fiska mest av longu og brosmu. Eitt av rygginum landar mándagin, meðan hini landa miðskeiðis ella síðst í vikuni.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini gott, so helst verður nakað av útróðri. Tað er mest snellufiskur.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar stinglaks og tveir fiska svartkalva og kongafisk. Vit rokna ikki við at teir landað í vikuni.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Tvey pør eru á rygginum og fiska tosk, meðan hini fiska upsa. Tey landað sum vikan líður og okkurt parið landar eftir Ólavsøku. Fiskaríið er á einari leið.

Trolbátar: Fýra eru úti og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Ein landar mánadagin, meðan hinir landað miðskeiðis í vikuni. Helst fer onkur eisini út um vikuskiftið.

Garnaskip: Vit væntað at øll trý garnaskipini, sum fiska svartkalva, landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Eitt hevur lagt og er farin at pussað upp.

Heinta alla metingina her