Samandráttur.
Línuskip: Tvey línuskip undan Íslandi koma at landa í vikuni. Tey hava ein blanding av toski, brosmu og longu. Fimm ísfiskalínuskip og eitt frystilínuskip fiska við Grønland. Vónandi landar okkurt síðst í vikuni, annars so verður tað fyrst í aðru viku. Tey fáa mest av toski og so nakað av brosmu. Undir Føroyum eru tvey á ísfiskaveiðu og tvey sum frysta umborð. Vit vantað, at tey sum ísa fiskin umborð, at annað landar fyrst í vikuni og hitt síðst í vikuni. Tað er mest av longu og toski og so nakað av hýsu.
Útróður: Streymurin verður rímuligur og veðri verður gott, so vit vantað at tað verður nakað av útróði.
Djúpvatnstrolarar: Fýra eru til fiskarí undir Føroyum. Tað er mest djúpvatnsfiskur tey koma at landað. Tveir landað fyrst í vikuni og hinir báðir síðst í vikuni.
Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Fiskiskapurin er ójavnur, kunna fáa okkurt hálið inn ímillum, annars smáligt. Teir landað sum vikan líður.
Trolbátar: Ein er á landleiðini og tveir eru norðanfyri. Ein landar mánadagin og hinir seinni í vikuni. Onkur fer avstað um vikuskiftið og kemur helst at landa síðst í vikuni.
Garnaskip: Vit væntað at øll trý garnaskipini, sum fiska svartkalva, landa í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt hevur lagt og er farin at pussað upp.
Heinta alla metingina her