Samandráttur.
Línuskip: Tvey eru nýliga byrjaði at fiska við Ísland, so tað er kanska eitt sindur ivasamt um tey koma inn í vikuni. Trý eru ávegis til Grønlands at fiska og koma tí neyvan at landa hesa vikuna. Tvey frystilínuskip fiska undir Føroyum.
Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisni gott,so man kann rokna við nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Bara tveir eru til fiskarí undir Føroyum og teir eru nýliga byrjaðir túr og koma tí ikki at landa í vikuni.
Partrolarar: Bara fýra pør eru til fiskarí, so tað verður ikki tað nógva av upsa í vikuni. Okkurt parið fer helst avstað í næstum.
Trolbátar: Ein er á landleiðini og tveir eru norðanfyri. Ein landar mánadagin og hinir seinni í vikuni. Onkur fer avstað um vikuskiftið og kemur helst at landa síðst í vikuni.
Garnaskip: Vit væntað at øll trý garnaskipini, sum fiska svartkalva, landa í vikuni. Fiskaríið er ikki gott. Eitt hevur lagt og er farin at pussað upp.
Heinta alla metingina her