Meting um tilfeingið fyri viku 21, 2018

Samandráttur.

Línuskip: Bara trý ísfiskalínuskip eru til fiskarí.. Tey fiska øll við Ísland og vit væntað at tvey landa í vikuni, meðan tað triðja neyvan landar í vikuni. Skipini fáa mest av toski og so nakað hýsu, longu og brosmu. Tvey frystilínuskip eru til fiskarí, annað undir Føroyum og hitt við Ísland. Restin liggur við bryggju, men helst fara nøkur avstað í næstum.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini gott, so um einki verkfall verður, kann man rokna við nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum.

Partrolarar: Bara fýra pør eru til fiskarí og koma tey helst at landað síðst í vikuni.Trý pør fiska gulllaks. Vit væntað at nøkur pør fara út í næstum.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju. Vita ikki um tey fara avstað nú ella teir bíða til landleiðin byrjar í næstum.

Garnaskip: Vit væntað at øll trý garnaskipini, sum fiska svartkalva, landa í vikuni. Eitt hevur lagt og er farin at pussað upp.

Metingin er ivasom fyri vikuna, tí ein hóttan er um verkfall 🙁

Heinta alla metingina her