Meting um tilfeingið fyri viku 19, 2018

Samandráttur.

Línuskip: Tvey línuskip hava nýliga byrjað túr við Íslandi og koma tí neyvan at landa í vikuni. Eitt frystilínuskip er við Ísland og trý eru undir Føroyum. Restin liggur við bryggju, men helst fara fleiri avstað í vikuskiftinum.

Útróður: Streymurin er góður, men veðri er nakað umskiftandi, so tað verður kanska ikki so nógv av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Trýggir eru til fiskarí. Tveir eru á djúpum vatni og fiska svartkalva og so nakað av kongafiski. Landa kanska síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Tann triðji er vestanfyri og fiskar kongafisk og so fáa teir eisini eitt sindur av svartkalva. Hann landar møguliga síðst í vikuni.

Partrolarar: Bara tvey pør eru til fiskarí, men vantandi fara fleiri avstað um vikuskiftið. Fiskiskpurin eftir upsa er einki at reypa av, men tey tó nakað av toski og hýsu. Pørini, sum eru úti, koma neyvan at landa í vikuni, tí tey eru nýliga byrjaði. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Allir fiska norðanfyri ella vestanfyri og hava brúkiligt fiskarí. Teir koma allir at landað í vikuni. Teir hava stórt sæð bara tosk og so nakað av hýsu og upsa.

Garnaskip: Vit væntað at øll fýra, sum fiska svartkalva, koma at landað í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt eftir svartkalva. Eitt fiskar havtasku og hevur eisini rímuliga gott fiskarí.

Heinta alla metingina her