Meting um tilfeingið fyri viku 18, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Undir Føroyum eru fýra línuskip. Vit rokna við at tvey, møguliga trý landa í vikuni. Tey fiska mest av toski og hýsu. Tað fjórða landar neyvan í vikuni. Helst fer okkurt línuskip avstað í vikuni. Undir Íslandi er eitt ísfiskalínuskip og kemur tað at landa miðskeiðis í vikuni. Eisini eru fýra frystilínuskip við Ísland.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan líður. Veðri verður gott, so tí vantað vit nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Bara tveir eru til fiskarí. Teir fiska svartkalva, stinglaks og blálongu. Landa møguliga síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku.

Partrolarar: Bara fýra eru til fiskarí. Fiskaríið er smáligt. Helst fer okkurt parið avstað í vikuni.

Trolbátar: Allir eru til fiskarí. Allir eru norðanfyri og fiska næstan bara tosk og so nakað av hýsu og flatfiski. Fiskaríið er brúkiligt. Allir koma at landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Landar mánadagin, Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta alla metingina her