Meting um tilfeingið fyri viku 16, 2019

Línuskip:  Undir Føroyum eru seks línuskip, men helst landa bara 3 av skipunum áðrenn páskirnar. Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Við Ísland eru 2 ísfiskalínuskip, men tey eru akkurát byrjaði túr, so tey landa helst síðst í aðru viku. Fýra frystilínuskip eru eisini við Ísland.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan líður. Veðri verður gott, men páskirnar verða í vikuni, so tí verður tað helst bara fiskur fyrst í vikuni.

Djúpvatnstrolarar: Bara tveir eru til fiskarí. Teir fiska svartkalva, stinglaks og blálongu. Landa eftir páskir.

Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí og koma teir at landa sum vikan líður. Fiskaríið eftir upsa er einki at reypa av. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Allir eru til fiskarí. Allir eru norðanfyri og fiska næstan bara tosk. Fiskaríið er gott. Allir koma at landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Landar møguliga mikudagin, men helst ikki fyrr enn eftir páskir. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta alla metingina her