Meting um tilfeingið fyri viku 15, 2018

Samandráttur.

Línuskip: Tað eru fimm ísfiskalínuskip og eitt frystilínuskip við Ísland. Vit væntað at tvey, møguliga trý koma at landa í vikuni. Tey hava ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Undir Føroyum eru fleiri línuskip. Tey flestu eru vestanfyri og so eru tvey sunnanfyri. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og so nakað av brosmu. Vit væntað at nøkur av teimum koma at landa í vikuni. Eisini eru tvey frystilínuskip undir Føroyum.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini gott í vikuni, so tí eru útlitini góð til útróður. Tað er mest av toski og so nakað av hýsu bátarnir fáa.

Djúpvatnstrolarar: Bert ein er til fiskarí, men landar neyvan í vikuni, tí hann er nýliga byrjaður túr. Vit rokna við at onkur fer út um vikuskiftið.

Partrolarar: Bara fýra pør eru úti og tey koma helst øll at landað í vikuni.

Trolbátar: Allir fimm eru inni(fríggjadag 6/4) men helst fara allir út um vikuskiftið. Fiskaríið hjá trolbátunum hevur verði sera gott. Tað næstan bara toskur bátarnir fáa og so eitt sindur av upsa, hýsu og eitt sindur av flatfiski.

Garnaskip: Vit væntað at øll fýra, sum fiska svartkalva, koma at landað í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt eftir svartkalva. Eitt fiskar havtasku og hevur eisini rímuliga gott fiskarí.

Heinta alla metingina her