Samandráttur.
Línuskip:Tað eru tvey ísfiskalínuskip til fiskarí við Ísland og eitt undir Føroyum. Eitt frystilínuskip er eisini við Ísland. Vit vantað at skipið undir Føroyum landar í vikuni, meðan tey bæði við Ísland koma neyvan at landa í vikuni, tí tey eru nýliga byrjaði túr. Helst fara nøkur línuskip út í næstum.
Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður gott fyrst í vikuni, men versnar seinni í vikuni. Tí vantað vit nakað av útróðri, serliga fyrst í vikuni. Tað verður mest frá snellubátum.
Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska upsa og ein ger royndir eftir stinglaksi og blálongu. Helst landa allir síðst í vikuni. Restin liggur við bryggju, men væntandi fer onkur út í næstum.
Partrolarar: Bara fýra pør eru úti og tey koma helst øll at landað í vikuni. Væntandi fara trý pør at leggja um til gulllaksaveið í næstum. Vit rokna við at fleiri pør fara út tá veðri batnar.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara væntandi út tá ein kassi opnar norðanfyri 2 apríl. Tað er vanlaga mest av toski at fáa har og so nakað av hýsu og flatfiski.
Garnaskip: Vit væntað at øll trý, sum fiska svartkalva, koma at landað í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt eftir svartkalva. Eitt fiskar havtasku.
Heinta alla metingina her