Meting um tilfeingið fyri viku 13, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí og er tað undir Íslandi. Tað er nýliga byrjað túr, so vit rokna ikki við at tað landar í vikuni. Trý frystilínuskip fiska undir Føroyum og eitt er farið til Ísland. Vit rokna við at fleiri línuskip fara avstað tá veðri og streymur batna. Helst fer onkur til Ísland.

Útróður: Streymurin batnar sum vikan líður og veðrið verður hampuligt onkran dag, so vit rokna við nakað av útróðri, tá veðri er til vildar.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí, annar ger yvirlittrolingar á Føroya Banka og hin fiskar stinglaks. Hinir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Restin liggur við bryggju, men fara út tá veðri batnar. Fiskaríið eftir upsa er vánaligt, men pørini fáa nakað av toski og longu.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri fer at batna.

Garnaskip: Bara eitt garnaskip fiskar svartkalva og eitt fiskar havtasku. Bæði koma at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta alla metingina her