Meting um tilfeingið fyri viku 13, 2018

Samandráttur.

Línuskip:Tað eru sjey línuskip til fiskarí undir Føroyum. Tey flestu koma at landa fyrst í vikuni, men helst landar okkurt eftir páskirnar. Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Annars so hava fleiri línuskip nýliga landað, so tað er nokk ivasamt um øll fara avstað áðrenn páskirnar.

Útróður: Streymurin er góður fyrst í vikuni, men harðnar út á vikuna. Veðri verður væl brúkiligt, so vit vantað nakað av útróðrafiski, serliga frá snellubátunum.

Djúpvatnstrolarar: Ein ger royndir eftir toski og hýsu á Føroya Banka, tveir fiska upsa og ein fiskar svartkalva. Vit vantað at allir landað fyrst í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí, men fiskaríið er vánaligt eftir upsa. Vit vantað at tey flestu pørini landa áðrenn páskirnar, men okkurt parið er nýliga byrjað túr og koma tí ikki at landa fyrr enn eftir páskir.

Trolbátar: Fýra trolbátar eru til fiskarí, tveir fiska tosk og hýsu og tveir fiska havtasku. Allir landa fyrst í vikuni. Tveir landa ídag 23/03 og fara møguliga avstað aftur beinanveg.

Garnaskip: Vit væntað at allir tríggir, sum fiska svartkalva, koma at landað í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt eftir svartkalva. Ein fiskar havtasku.

Heinta alla metingina her