Samandráttur.
Línuskip: Tvey línuskip koma at landa mánadagin. Eitt hevur verði undir Íslandi, meðan hitt hevur verði undir Føroyum. Tey hava ein blanding av toski, hýsu og longu. Seinni í vikuni koma væntandi 3-4 línuskip at landa, 1-2 undan Føroyum og kanska tvey undan Íslandi. Fiskiskapurin undir Føroyum er smáligur, meðan hann er heldur betri við Ísland. Nøkur línuskip liggja við bryggju, men fara helst avstað í næstum.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar út á vikuna. Veðri verður brúkiligt, so vit rokna við nakað av útróðri, serliga frá teimum sum fiska við snellu.
Djúpvatnstrolarar: Ein ger royndir eftir toski og hýsu, meðan hinir liggja við bryggju, men teir fara helst út um vikuskiftið.
Partrolarar: Nógv pør liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar. Fiskaríið er vánaligt eftir upsa, men tey hava fingið nakað av hýsu í seinastuni. Eitt par hevur fiska mest av kongafiski og tað hevur havt brúkiligt fiskarí.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju (fríggjadag 16/03), men fara helst avstað nú veðri blívur betri. Helst fer onkur at fiska havtasku og onkur fer vantandi norðum at fiska tosk og hýsu.
Garnaskip: Vit væntað at allir tríggir, sum fiska svartkalva, koma at landað í vikuni. Fiskaríið er smáligt eftir svartkalva. Eitt fiskar havtasku.
Heinta alla metingina her