Meting um tilfeingið fyri viku 11, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Seks línuskip eru til fiskarí. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og so nakað av brosmu. Fýra landað mánadagin og so hini bæði seinni í vikuni. Vit rokna við at fleiri línuskip fara avstað um vikuskiftið. Fiskaríið er gott.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður ikki av tí besta. Vit rokna tó við nakað útróðri. Fiskaríið er gott, bæði hjá snellu og línubátunum.

Djúpvatnstrolarar: Tveir landa mánadagin og ein landar miðskeiðis í vikuni. Tveir fiska upsa og ger yvirlitskanningar norðanfyri, so tað verður helst mest av toski, hýsu og upsa. Ein fiskar stinglaks og annan djúpvatnsfisk.

Partrolarar: Allir eru til fiskarí og koma teir flestu at landað sum vikan líður. Fiskaríið er ikki av tí besta eftir upsa. Teir fáa tó nakað av toski og longu.

Trolbátar: Allir, uttan ein, eru til fiskarí. Nakrir fiska tosk og hýsu og so eru nakrir eftir havtasku. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Bara eitt garnaskip fiskar svartkalva og eitt fiskar havtasku. Bæði koma at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta alla metingina her