Meting um tilfeingið fyri viku 10

Samandráttur.

Línuskip: Fimm ísfiskalínuskip eru ið Ísland, harav er tað eina nýliga byrjað túr, meðan hini fýra landa mánadagin.. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Eisini eru fýra frystilínuskip við Ísland. Undir Føroum eru fýra línuskip. Tvey landa mánadagin og so landa hini bæði seinni í vikuni. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er harður, men veðrið verður gott, serliga fyrst í vikuni, so vit vantað nakað av útróðrafiski. Tað eru nógvur snellubátar norðanfyri og er fiskaríið gott. Fiskaríiði hjá teimum, sum fiska við línu, er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Tríggir eru til fiskarí, ein ger royndir eftir toski og hýsu, meðan hinir báðir fiska upsa.Tveir koma at landa mánadagin, meðan tann triðji landar miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma at landa sum vikan líður. Fiskiskapurin er ikki góður.

Trolbátar: Fimm trolbátar eru til fiskarí. Tað er mest toskur og hýsa bátarnir fiska, tó at ein er farin á havtaskuveiðu nú. Teir flestu landað fyrst í vikuni og so verður tann eini síðst í vikuni.

Garnaskip: Vit væntað at allir tríggir, sum fiska svartkalva, koma at landað síðst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt eftir svartkalva. Ein fiskar havtasku

Heinta alla metingina her